Um okkum

Serkunnleiki,
ið kemur til tín.

Kák er ein flytfør maskinverkstaður við støði á Sandi. Vit arbeiða kring landið við maskinum, framleiðsluútgerð og tøkniligum loysnum.

Fólkini aftan fyri arbeiðið

Eitt fast toymi.
Eitt breitt arbeiðsøki.

Vit eru trý fólk í føstum starvi. Harumframt hava vit fólk, sum arbeiða hjá okkum ímillum túrar á sjónum og aðrar uppgávur.

Okkara arbeiði fevnir frá grótknúsing og asfaltframleiðslu til tungar maskinur, fiskavirkir og skip. Vit arbeiða við bæði mekanikki, hydraulikki, sveising, el og elektronikki.

Søgan hjá Kák

Frá byrjan í 2019 til í dag.

2019

Fa. Kák verður stovnað

Byrjanin til fyritøkuna og arbeiðið undir navninum Kák.

ÍVF

Næsta stig

Seinni varð eitt nýtt felag stovnað undir navninum ÍVF Kák.

2024

Sp/f Kák

Á sumri í 2024 varð felagið umskipað til Sp/f Kák.

Soleiðis arbeiða vit

Vit byrja við uppgávuni.

01 / SKILJA

Útgerðin og tørvurin

Vit tosa um maskinuna, trupulleikan og arbeiðsumstøðurnar.

02 / KANNA

Finna orsøkina

Feilfinning og kanningar leggja grundarlag fyri arbeiðinum.

03 / LOYSA

Umvæla ella tillaga

Arbeiðið verður lagt til rættis eftir uppgávuni og útgerðini.

Hevur tú eina uppgávu?

Greið okkum frá útgerðini og tí, tú hevur tørv á.

Set teg í samband ↗