Ráðgeving & framleiðsluoptimering

Betri samanspæl.
Betri framleiðslugongd.

Vit bjóða ráðgeving um framleiðsluoptimering við støði í okkara praktisku royndum við maskinum og vinnuligari útgerð.

1 Føðing → 2 Knúsing → 3 Flutningur

Úr arbeiðssavninum hjá Kák. Eftir knúsing kann bandið føra tilfarið víðari til skiljing.

Úr arbeiðssavninum

Tillaging av transportbandi á Metso LT200HP

Uppgávan

Tillaging og bandskifti á einum Metso LT200HP.

Arbeiðið hjá Kák

Vit styttu vangarnar og skiftu bandið.

Hvat kann mátast eftir eina tillaging?

Á eini knúsilinju kunnu tons um tíman og steðgitíð samanberast undir líknandi rakstrarumstøðum.

Sí arbeiðssavnið ↗

Framleiðslan sum heild

Hygg at allari
arbeiðsgongdini.

Framleiðslan er treytað av samanspælinum millum útgerð, stillingar og arbeiðsgongdir. Í ráðgevingini verður hugt at heildini og møguleikunum fyri at gera raksturin betri.

Tosa um framleiðsluoptimering ↗

Framleiðsluflot og fløskuhálsar

Hvar steðgar ella seinkar framleiðslan? Vit kunnu taka støði í arbeiðsgongdini og kanna samanspælið millum tey einstøku stigini.

Samanspæl millum maskinur

Útgerð, stillingar og flutningur millum framleiðslustig verða sædd í einum samanhangi.

Uppfylging og úrslit

Vit avtala, hvørji mál og hvørjar upplýsingar eru viðkomandi fyri uppgávuna. Broytingar kunnu síðani samanberast við útgangsstøðuna.

Soleiðis arbeiða vit

Ein greið tilgongd.

01 / Útgangsstøða

Skilja framleiðsluna

Vit tosa um tørv, útgerð, arbeiðsumstøður og tøkar upplýsingar.

02 / Møguleikar

Finna og raðfesta

Uppskot til broytingar verða mett eftir týdningi og praktiskum møguleikum.

03 / Uppfylging

Meta um broytingarnar

Vavið av hjálp til íverksetan og uppfylging verður avtalað fyri hvørja uppgávu.

Hevur tú eina uppgávu?

Greið okkum frá útgerðini og tí, tú hevur tørv á.

Set teg í samband ↗